Andlitsviðgerðir
Proskin 60
Proskin 60 viðgerðin tekur uml 60 min.
Tú fært eina viðgerð, ið hóskar júst til tín. Professionella dubulta avreinsing, face mapping, damp, eksfoliering, handaliga útreinsan, akkupressur og klassiska andlitsmassasju, serum, specialmasku, fuktgevandi og verjandi røkt. Umframt rættað brýr.
Eyka í samband við andlitsviðgerð:
Vippur 100 kr
Brýr 100 kr
Voksa yvirvørr ella høku 100 kr
Proskin 30
Proskin 30 viðgerðin tekur uml. 30 min.
Andlitsviðgerðin er góð til tann kundan, ið hevur tørv á einari skjótari viðgerð ella har man setur meira fokus á eitt ávíst stað á andlitinum.
- Professionella dubulta avreinsing, speed mapping, eksfoliering, masku, vætu og verjandi røkt.
Tannáringaviðgerð
Verður viðmælt til tey 13 - 19 ára gomlu
Professionella dubulta avreinsing, face mapping, eksfoliering við dampi, dýpdreins, serum, maska, fuktandi og verjandi andlitsrøkt.
Viðgerðin tekur 45 min
Proskin 60 - 2 persónar
Tú fært eina viðgerð, ið hóskar júst til tykkum. Professionella dubulta avreinsing, face mapping, damp, eksfoliering, handaliga útreinsan, akkupressur og klassiska andlitsmassasju, serum, specialmasku, fuktgevandi og verjandi røkt. Umframt rættað brýr.
Viðgerðin tekur 2 tímar.
Pro Power Peel 30
Nýtt - Kann bert bíleggjast umvegis telefon.
Ert tú ein nýggjur kundi, viðmæla vit ikki hesa viðgerð, men í staðin ein Pro Skin 30
Pro power Peel er ein viðgerð uppá 30-minuttir, ið vit ofta viðmæla til tann kundan, sum vil hava eitt ''touch up'' og viðlíkahald á húðini. Her nýta vit eisini fruktsyru, ið hjálpur í móti Acne, hyperpigmentering og at húðin eldist, og kunnu tí ikki seta nakra aðra viðgerð saman her.
- Ansa eftir sólarljósið í 2-3 vikur aftaná viðgerðina
Pro Power Peel 60
Nýtt - Kann bert bíleggjast umvegis telefon.
Ert tú ein nýggjur kundi, viðmæla vit ikki hesa viðgerð, men í staðin Pro Skin 60 andlitsviðgerðina.
Pro Power Peel er avgjørt okkara andlitsviðgerð, ið gevur best úrslit. Til tín, sum ynskir eina fruktsyru viðgerð, ið uppbyggir húðina og hjálpur í móti Acne, hyperpigmentering og at húðin eldist.
Viðgerðin má ikki setast saman við nakra aðra viðgerð, av tí at tað er ein fruktsyra.
- Ansa eftir sólarljósið í 2-3 vikur aftaná viðgerðina
FaceMapping
Serfrøðinganna húðanalysa
Face Mapping er ein húðanalysa, ið gevur okkum eitt djúpri yvirlit og fatan, hví tín húð reagerar, sum hon ger.
Viðgerð, endurbyggjan, og fyribyrging eru lyklaorðini við Dermalogica face mapping. Tí kunnu vit geva tær tí bestu húðrøkt ,skraddaragjørd, júst til tín. Viðgerðir hjá Dermalogica geva tær eina professionella viðgerð og heimarøkt, ið tryggjar tær sera góð úrslit.
Viðgerðin tekur 30 min.